Í døgunum 27. – 30. juli verður ólavsøkuframsýningin hjá Lions Club Tórshavn í Müllers Pakkhúsi. Avgjørt er, at ágóðin frá ársins framsýning fer óskerdur til verkætlanina "Føroyskur Talukennari".
– Tað er grunnurin “Føroysk Teldutala” sum er farin undir at menna ein føroyskan talukennara, ið skilir føroyskt og har talan fæst á skrift. Talukennarin skal kunna brúkast á teldu, telefon og yvirhøvur sum eitt amboð, har samskift verður. Við teldutaluni, sum lesur upp allan skrivaðan tekst, og síðani við talukennaranum, kunnu blind, sjónveik, lesiveik og onnur gerast sjálvboðin og nema sær útbúgving, vera við í almenna kjakinum, arbeiða og hava eitt virðiligt lív, sigur Lions Club Tórshavn.
Í juni stuðlaði Lions Club Tórshavn eisini grunninum við 50.000 krónum. Les meira her.
Enn er møguligt hjá listafólkum at melda seg til ólavsøkuframsýningina. Freistin at boða frá luttøku er mikudagin 22. juli. Meira kunning um, hvussu ein meldar seg til, fæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald