Innanlands

Lions letur 50.000 til talukennara

Talukennarin hjálpir blindum og sjónveikum at gerast sjálvboðin, nema sær útbúgving og vera við í almenna kjakinum

Jógvan Emil Nielsen, forseti í Lions Club Tórshavn, handar Karini Kass, fyrisitingarleiðara hjá grunninum “Føroysk Teldutala – Føroyskur Talukennari”, stuðulin til talukennaran

Jógvan Emil Nielsen, forseti í Lions Club Tórshavn, handar Karini Kass, fyrisitingarleiðara hjá grunninum “Føroysk Teldutala – Føroyskur Talukennari”, stuðulin til talukennaran

2020-06-04 13:11 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Lions Club Tórshavn hevur við 50.000 krónum stuðlað eini verkætlanin, ið hevur til endamáls at menna ein føroyskan talukennara. Henda verkætlan er framhald av teldutaluni, ið hevur verið til síðani 2005 og virkin síðani 2013.

Tá ið føroyska teldutænastan kom, var tað ein stór hjálp hjá serliga blindum og sjónveikum, umframt lesiveikum og orðblindum. Men enn er ikki heilt komið á mál, tí tað er eitt ynski hjá serliga hesum bólkum, at vit eisini fáa ein føroyskan talukennara, har tosað verður á føroyskum og har talan fæst á skrift.

Ein slíkur talukennari skal kunna brúkast á teldu, telefon og yvirhøvur sum eitt amboð, har samskift verður. Við teldutaluni, sum lesur upp allan skrivaðan tekst, og síðani við talukennaranum, kunnu blind, sjónveik, lesiveik og onnur gerast sjálvboðin og nema sær útbúgving, vera við í almenna kjakinum, arbeiða og hava eitt virðiligt lív.

Av allari máltøkni er talukennari tann, ið vinnur mest fram nú á døgum, tí næstan alt Europa brúkar telukennarar í almennum tænastum – nevnast kunnu sjónvarpsteksting, brekhjálp, diktering av sjúklingajournalum, borgaratænastur, gransking og málundirvísing. Í nógv flestu førum er talan um enskt mál, sum kann vera ein avbjóðing. Tí er tað av størsta týdningi hjá øllum teimum norðurlendsku málunum – og tí eisini føroyskum – at menna góðar talukennarar, so henda hjálp eisini kann vera tl gagns á øllum gerandismótum.

Hetta er eitt endamál, ið til fulnar er í tráð við hjálpararbeiði, Lions Club Tórshavn mangan hevur stuðlað, og tí eru 50.000 krónur latnar grunninum “Føroysk Teldutala – Føroyskur Talukennari”, so tað skal bera til at menna føroyska talukennaran, ið skal kunna takast niður á netinum, brúkast online og vera fríur at nýta hjá øllum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder