Seinnapartin í dag fer á árligi G! Festivalurin veruliga í gongd við framførslum frá m.a. Eivør, franskt palestinska Saint Levant, Marius DC og danskt svensku Lucky Lo
Í gjár, mikudag, komu tjaldararnir, og í dag byrjar so tónleikurin og øll hini tiltökini á festivalökinum í Syðrugøtu.
Á skránni fyri dagin í dag eru bæði filmssýningar, samrøður og sjálvandi tónleikaframførslur.
Millum tey sum fara á pall í dag eru Eivør, Saint Levant (PS/FR), Marius DC, Lucky Lo (SE/DK), La Fleur (SE) umframt fyrsta konsertin í Føroyum hjá Jazzygold, sum er nýggja verkætlanin hjá Jasmin Mote. Lagt verður fyri við kjaki og filmssýningum í Fjósinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald