Innanlands

Í dag er altjóða roykfríur dagur

17 prosent av føroyingum omanfyri 18 ár roykja dagliga, og 80 prosent av teimum, sum roykja, ynskja at leggja av, sigur Fólkaheilsuráðið, sum í sambandi við altjóða roykfría dagin kemur við góðum ráðum til, hvussu ein kann leggja av

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-05-31 11:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag er 31. mai, ið eisini er altjóða roykfríur dagur, og í hesum sambandi kemur Fólkaheilsuráðið við góðum ráðum til, hvussu ein kann leggja av at roykja.

Seinasta kanningin hjá ráðnum vísti, at 17 prosent av føroyingum omanfyri 18 ár roykja dagliga, og at 80 prosent av teimum, sum roykja, ynskja at leggja av.

Skal tað eydnast at leggja av er umráðandi at finna røttu løtuna, sigur Fólkaheilsuráðið.

– Motivatiónin hevur alt at siga. Hesir tríggir spurningarnir kunnu hjálpa tær at meta um tína motivatión: Nyttar tað? Fari eg at klára tað? Loysir tað seg?

– Eitt avgjørt ja til allar spurningarnar er altavgerandi fyri, at tú klárar at broyta tínar vanar. Svarar tú ikki beinanvegin ja til allar spurningarnar, er løtan kanska ikki tann rætta. Einki er verri fyri motivatiónina enn ein hálvhjartað roynd, sum endar galið.

Tey, sum avgjørt ynskja at leggja av at roykja, kunnu royna vælumtóktu sms-skipanina "Kom og legg av", sum hevur verið tøk í nógv ár.

Skipanin riggar soleiðis, at ein fær stimbrandi sms-boð yvir fartelefonina, tá ein hevur gjørt av, at nú skal tað vera! Ein meldar seg til fimm dagar áðrenn stóra dagin og fær javnan stuttar, hjálpandi boðskapir, sum stuðla einum í at halda fast við teirra avgerð. Hátturin hevur verið royndur uttanlands við góðum úrslitum.

Fólk kunnu melda seg til við at senda eitt sms við tekstinum "gevst" til 1919. Síðani fáa tey sms-boð sendandi yvir næstu tveir mánaðirnar. Sms-boðini eru ókeypis, og til ber at melda seg til alt árið.

Men, í staðin fyri at leggja av her og nú, kann ein eisini minka um roykingina í smáum. Á hendan hátt kann ein uppbyggja motivatiónina og tilvitanina um roykingina, samstundis sum ein so smátt lærir seg at fáa stýr á trongdini og venur kroppin av við nikotinið. Her verður viðmælt eitt tíðarskeið á uml. tíggju dagar, sigur Fólkaheilsuráðið.

Fólkaheilsuráðið vísir til eitt 10 dags programm hjá Sundhed.dk til at leggja av at roykja. Hetta programmið hevur Fólkaheilsuráðið fingið umsett, og er tað nú tøkt á heimasíðuni hjá ráðnum.

Skaðiligar ávirkanir av royking

Royking er høvuðsorsøkin til heilsubrek og deyða kring heimin. Kanningar vísa, at næstan fimtahvørt andlát er beinleiðis knýtt at royking. Roykjarar doyggja í miðal 8-10 ár fyrr enn tey, sum ongantíð hava roykt.

Tubbaksroykur er samansettur av fleiri túsund kemiskum evnum, harav tey flestu eru sera skaðilig fyri menniskjakroppin.

Samanborið við ikki-roykjarar, er vandin fyri roykjarar:

  • Dupult so stórur fyri at fáa deyðiligar hjartasjúkur
  • 10 ferðir størri at fáa lungnakrabba
  • Fleiri ferðir størri fyri at fáa krabba í munnholuni, svølgrúminum, vælindinum, nýrum, bløðru og lívmóðurhálsi
  • 2-3 ferðir størri fyri at fáa heilabløðing (apopleksi) og magasár (sum ikki lekist líka væl sum hjá ikki-roykjarum)
  • 2-4 ferðir størri fyri at fáa mjadnabrot, handliðsbrot og geislabrot
  • 2 ferðir størri fyri at fáa grástar
  • Størri fyri kynsligum máttloysi (impotens)
  • Størri fyri blóðkrabba, prostatakrabba, bróstkrabba og beinbroyskni

Aðrar heilsuligar fylgjur av royking:

  • Niðursettur lukti- og smakksansur
  • Fleiri rukkur á ungum árum
  • Øktur vandi fyri nýraskaða hjá diabetikarum

Børn hjá roykjaraforeldrum:

  • Hava lægri burðartyngd
  • Eru í størri vanda fyri menningartarni
  • Hava oftari ígerðarsjúku í andaleiðini
  • Hava lægri lungafunktión
  • Fáa oftari millumoyrnabruna
  • Eru í størri vanda fyri sjálvi at blíva roykjarar

Passiv royking økir um vandan fyri:

  • Lívmóðurhálskrabba
  • Hjartasjúkum
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder