Mentan

Í dag er seinasta freist at tryggja sær pláss til bátin

Bátafestivalurin á Toftum verður um vikuskiftið

2021-04-26 12:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ársins fyrsti bátafestivalur verður á Toftum leygardagin 1. mai, og hjá bátaeigarum, sum hava hug at luttaka, er umráðandi at tryggja pláss til bátin í sambandi við festivalin.

Fyriskiparar boða frá, at hóast nógvir bátaeigarar longu hava bílagt sær pláss, eru enn bátapláss eftir. Seinasta freist at tryggja sær pláss til bátin er tó longu í dag, 26. apríl.

Tey, sum tekna bátin til festivalin, fáa upplýsingar um nummar og pláss, tá tilmeldingarfreistin er farin, verður upplýst.

Meira um, hvussu ein tryggjar sær bátapláss undir Bátafestivalinum á Toftum, sæst her. Skráin fyri festivalin sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder