Innanlands

Í dag skal valsigurin hjá Trump góðkennast

Í dag eru fýra ár liðin síðan álopið á Kongressina, men hesa ferð væntast tað at ganga friðarliga fyri seg, tá úrslitið av forsetavalinum skal góðkennast av Kongressini

Løgreglufólk á Capitol Hill 6. januar 2021 (Mynd: EPA)

Løgreglufólk á Capitol Hill 6. januar 2021 (Mynd: EPA)

2025-01-06 09:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag skal amerikanska Kongressin formliga góðkenna úrslitið av forsetavalinum, har republikanarin Donald Trump vann á demokratinum Kamala Harris, og dagurin væntast at vera munandi friðarligari enn fyri fýra árum síðan.

6. januar 2021 trokaðu stuðulsfólk hjá Trump seg inn í Kongressbygningin í eini roynd at forða Kongressini í at góðkenna valsigurin hjá Joe Biden. Sambært Trump var umfatandi valsvik orsøkin til, at hann tapti valið.

Fleiri enn 1500 fólk eru skuldsett í sambandi við álopið á Kongressina, og nærum 1000 hava játtað seg sek. Trump hevur boðað frá, at hann ynskir at náða teimum.

Í viðmerking til ársdagin fyri álopið, segði fráfarandi amerikanski forsetin, Joe Biden í gjár, at mann ikki eigur at gloyma álopið á Kongressina, men at hann vónaði, at fólk vóru komin víðari frá tí.

– Eg haldi ikki, vit skulu latast, sum um tað ikki hendi. Eg haldi, at tað, sum hann gjørdi, var ein verulig hóttan móti fólkaræðinum. Men eg vóni, at vit eru komin víðari frá tí, segði hann sambært Ritzau.

– Vit noyðast at venda aftur til eitt einfalt og vanligt valdsskifti, leggur fráfarandi amerikanski forsetin afturat.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder