Innanlands

Í dag verður hátíðarhald í Gundadali

Annika Olsen, býráðslimur, verður fyrsti svimjari í langhylinum seinnapartin

(Savnsmynd: jkp.fo)

(Savnsmynd: jkp.fo)

2024-10-28 10:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin verður alment hátíðarhald í Gundadali í Havn í sambandi við, at nýggi langhylurin er liðugur.

Hátíðarhaldið byrjar klokkan 16, og sambært skránni verður m.a. tónleikur og fleiri røður.

Tað verður Annika Olsen, limur í Tórshavnar býráð, sum verður fyrsti svimjari í langhylinum.

Fyrsta skotið til langhylin var latið av í februar 2021, og fyrr í hesum mánaðinum varð langhylurin avhendaður.

Langhylurin, sum letur upp fyri almennari svimjing 5. november, hevur 10 geilar á 50 metrar og rúmar 600 áskoðarum. Eisini er vælveruøki við hitarumi, gosbaði og annað.

Skráin fyri hátíðarhaldið seinnapartin:

  • Tónleikur og rapp við DJ Kingz
  • Heðin Mortensen, borgarstjóri, bjóðar vælkomin
  • Annfinn Brekkstein, formaður í Mentamálanevndini, ber fram eina heilsan
  • Sigtór A. Petersen, stjóri í J&K Petersen, ber fram eina heilsan
  • Bjørg Ólavsdóttir, forkvinna í Havnar Svimjifelag, ber fram eina heilsan
  • Annika Olsen, býráðslimur, er fyrsti svimjari í Langhylinum
  • Havnar Svmijifelag og leiðarin í Svimjihøllini skipa fyri svimjing
  • Bjóðað verður ein drekkamunnur í Gundadalsstovuni í Langhylinum, har høvi eisini er at bera fram eina heilsan
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder