2020-11-02 09:58

Fyrrapartin í dag flyta næmingar og starvsfólk endiliga inn í nýggja Skúlan á Fløtum.
Síðan skúlin varð samanlagdur fyri nøkrum árum síðani, hevur hann húsast í nógvum ymiskum bygningum í Havn og á Argjum, men frá í dag verður alt savnað, skrivar Skúlablaðið.
Næmingarnir fara nú klokkan 10 í skrúðgongu á Frælsinum niðan í Hans Andriasargøtu, og síðani fara flokkarnar í heimastovurnar.
Talan er um tilsamans 850 næmingar og 100 starvsfólk, sum í dag flyta inn í skúlan, sum Árni Winther arkitektar, ZETA architects, Brim arkitektar, SMJ og LBF hava sniðgivið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald