Innanlands

Í Føroyum ger mann flest kanningar

Samanborið við onnur lond, sum eru hart rakt av koronasmittuni, verða flest fólk kannað í Føroyum pr. millión íbúgvar

2020-03-21 15:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Føroyum verða flest kannað fyri korona pr. millión íbúgvar samanborið við onnur lond, sum eru hart rakt av koronasmittuni. Tað vísa hagtøl frá heimasíðuni Our World in Data.

Á myndini niðanfyri sæst, hvussu nógvar kanningar verða gjørdar pr. millión íbúgvar í Føroyum, Noregi, Danmark og Svøríki, umframt teimum londunum, sum hava flest skrásettar tilburðir (undantikið Kina).

Føroyar liggur ovast við 33.292,8 kanningum pr. millión íbúgvar. Her hava vit higartil staðfest 92 tilburðir, og fleiri enn 1.900 kanningar eru gjørdar.

Royndir verða tiknar á teimum trimum sjúkrahúsunum, og síðani verða tær kannaðar á Heilsufrøðligu Starvsstovuni.

USA liggur niðast við 313,6 kanningum pr. millión íbúgvar. Har eru 19.781 tilburðir skrásettir.

(Trýst á myndina fyri at gera hana størri)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder