Innanlands

Í kvøld spælir Uriah Heep

Í kvøld bjóðar Summar Festivalurin bretskan rock, írskan fólkatónleik og góðan føroyskan tónleik

2024-08-10 17:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinasti dagur á Summar Festivalinum 2024 er í dag.

Konsertirnar byrja klokkan 17, tá ið barnakonsert verður við Bubu, Trølla Pæturi og Ommuni, Anua og Danny Baldursson. Síðani verður hildið fram við konsertum á trimum pallum til klokkan 04 í nátt.

Høvuðsnavnið í kvøld er bretski rockbólkurin Uriah Heep, sum spælir á Vágsbø klokkan 23. Hamradun og Frændur hava eisini framførslur á stóra palli.

Í Tjaldinum og á Torginum spæla Paul Watchorn, Lena Anderssen, Sakaris, Jens Marni Hansen, Eyðun Jacobsen, Hans Jacob Hjelm og Laila & Malan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder