Innanlands

Í lagið at avlýsa festivalar í summar

Spyr.fo: Gott og væl helmingurin tekur undir við landsstýrinum – men ikki tey ungu

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-06-02 09:11 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Oman fyri helmingurin av føroyingum tekur undir við landsstýrinum um at banna festivalum í summar.

Spyr.fo spurdi fríggjakvøldið 500 veljarar um teirra støðu til tiltøkini, sum landsstýrið boðaði frá í síðstu viku.

Upp á fyrispurningin um tey eru samd ella ósamd í at ongir festivalar skulu vera í summar, svara 52,4 prosent, at tey eru samd, meðan 35,6 prosent eru ósamd.

Men hetta er als ikki galdandi fyri fyri tey ungu, sum eru at meta sum tey, ið gera brúk av tónleikatilboðunum um summari.

54,6 prosent av teimum 18-29 ára gomlu eru ósamd í fráboðan landsstýrisins um ikki at halda nakran festival í summar, meðan 34,3 prosent taka undir við boðunum.

Í hinum endanum eru tað heili 63,2 prosent av teimum 60 til 80 ára gomlu sum eru samd og 21,3 prosent, sum eru ósamd.

Tølini býtt á aldursbólkar síggjast á talvuni herundir. Trýst á myndina fyri at fáa hana størri.

Veljarakanningin hjá Spyr.fo varð gjørd fríggjakvøldið 29. mai. Hon byggir á 500 svar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder