Innanlands

Í Menniskjum Góður Tokki endurssent í kvøld

Tað ber enn til at stuðla átakinum hjá Barnabata, har aðalmálið er at savna inn peng til fíggjarliga sperdar barnafamiljur

Jazzygold - ein av teimum, ið sungu á stuðulskonsertini

Jazzygold - ein av teimum, ið sungu á stuðulskonsertini

2024-12-05 16:50 Author image
Innsent
placeholder

Barnabati yvirtók átakið Í Menniskjum Góður Tokki í 2015, har aðalmálið er at savna inn pening til fíggjarliga sperdar barnafamiljur. Tá jólahøgtíðin nærkast skipar Barnabati fyri einari jóla- og stuðulskonsert, har allur peningur, ið kemur inn, fer óskerdur til fíggjarliga sperdar barnafamiljur í Føroyum.

Og í ár var onki undantak. Jóla- og stuðulskonsertin var 1. desembur í Hoyvíkar kirkju við nógvum góðum tónleiki og áhugaverdum práti. Gestirnirnir undir konsertini vóru Turið Horn, nevndarlimur í Barnabata, Karin Kjølbro, fyrrverandi nevndarlimur í Barnabata, prestarnir Theodor Olsen, Bergtórur Bjarkhamar og Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi.

Um tú ikki hevði møguleika at síggja árligu jóla- og stuðulskonsertina Í Menniskjum Góður Tokki, hevur tú møguleika at síggja hana í kvøld 5. desembur kl. 20.05 tá hon verður endursend í Kringvarpinum.

Tað ber framvegis til at stuðla, tað kann gerast við at flyta pengar á hesar kontur:

Í Betri Banka: 9181-130.388.2
Ella Føroya Banka: 6460 – 991.627.1

Hví hevur Barnabati tørv á tínari hjálp?

Í 2009 byrjaði Hagstovan at rokna út fátækraváðan í Føroyum, og tað hevur víst seg at vera uml. 1000 børn øll árini, ið liva í fátækraváða. Ein stórur partur av hesum børnum eru børn hjá støkum uppihaldarum. Fátækraváðin staðfestir, at tað eru uppihaldarar, sum hava eina lága inntøku og sostatt stríðast fíggjarliga.

Síðani 2021 hava vit upplivað ein prísvøkstur á 24%, ið ger gerandisdagin enn tyngri hjá barnafamiljum í Føroyum. Og hetta síggja vit aftur í tølunum; í 2016 vóru tað 570 børn ið fingu jólahjálp frá Barnabata og í 2023 var talið 814 børn.

Hvør kann søkja og nær kann man søkja?

Í seinastu uppgerðini hjá Hagstovuni skuldi ein stakur uppihaldari við einum barni hava 17.500 kr í tøkari inntøku eftir fyri ikki at fella undir hesum markinum.

Um tú hevur tørv á fíggjarligari hjálp til jólini í ár, hevur tú enn møguleika at søkja um stuðul á barnabati.fo. Freistin at søkja er 7. desembur á midnátt. Um tú hevur tørv á vegleiðing til umsóknina ber til at ringja á tlf 610140 í dag og í morgin 06. desembur millum kl. 10-15 og 19-21.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder