Innanlands

Í morgin ber aftur til at støkka inn

Mánadagin 2. august verður aftur skipað fyri støkk inn-koppseting á øllum trimum sjúkrahúsum millum kl. 17.30 og 18.30

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-08-01 12:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgin, mánadagin 2. august, letur Sjúkrahúsverkið aftur upp fyri støkk inn-koppseting.

Fyri at fáa fleiri føroyingar at lata seg koppseta fyri koronu, gjørdi Sjúkrahúsverkið fyri tveimum vikum síðani av at veita borgarum møguleika fyri at støkka inn til koppseting uttan at bíleggja sær tíð frammanundan.

Fyrsta royndin varð gjørd leygardagin 17. juli á Landssjúkrahúsinum, og síðani varð latið upp fyri støkk inn-koppseting á øllum trimum sjúkrahúsum tveir dagar seinni.

Sambært Sjúkrahúsverkinum var góð undirtøka fyri støkk inn-koppseting – knapt 100 fólk pr. tíma, og varð væntandi lýst við hesum møguleikanum aftur seinni. Tað er so í morgin.

Í morgin ber aftur til at støkka inn á koppsetingarstøðirnar á øllum trimum sjúkrahúsunum millum klokkan 17.30 og 18.30 uttan at hava bílagt tíð frammanundan, skrivar Landssjúkrahúsið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder