
Í morgin fellur dómurin í stóra nyeðtøkumálinum, sum hevur verið viðgjørt í Føroya Rætti seinastu dagarnar.
Talan er um ein 42 ára gamlan mann, sum m.a. er ákærdur fyri at hava kynsliga misnýtt ein drong í hálvttriðja ár. Tá misnýtslan byrjaði, var drongurin yngri enn 15 ár.
Eisini er hann ákærdur fyri m.a. at hava barnaporno í varðveitslu.
42 ára gamli maðurin er ákærdur eftir serligu greinini í revsilógini, har neyðtøkan hevur verið serliga vandamikil, ella talan er um serliga skerpandi umstøður. Revsiramman er 12 ár.
Sambært ákæruvaldinum er maðurin til vanda fyri lív og heilsu hjá fólki, og tí eigur hann at verða dømdur til forvaring, og eigur hann ikki at verða latin leysur aftur, fyrr enn tað er greitt, at hann ikki kann gera seg inn á fólk, og í øðrum lagi eigur hann at verða dømdur fongsulsrevsing í átta ár, skrivar Kringvarpið.
Verjin hjá manninum heldur tó, at ein hóskandi revsing er tvey og eitt hálvt til trý ár.
Ákærurnar í málinum eru 11 í tali, og í rættinum seinasta mánadag játtaði maðurin seg sekan ella partvíst sekan í níggju av teimum.
Les eisini: Játtar seg sekan ella partvíst sekan í níggju av ellivu ákærum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald