Í nátt fara vit aftur til summartíð. Hetta merkir, at tá klokkan verður eitt, skal hon flytast ein tíma fram til klokkan tvey, og missa vit sostatt ein tíma av okkara náttarsvøvni í nátt.
Fyrstu ferð summartíð varð brúkt var í Eysturríki og Týsklandi í 1916 fyri at spara olju undir fyrra heimsbardaga. Hetta fekk eisini fleiri onnur evropeisk lond at fara yvir til summartíð sama árið.
Í Føroyum var farið yvir til summartíð í mai 1980, og síðan 1996 hava føroyingar gjørt eins og ES-londini og flutt klokkuna seinasta sunnudag í mars og seinasta sunnudag í oktober.
Skipanin við at flyta klokkuna tvær ferðir um árið kann tó skjótt broytast. Sambært DR ætlar ES at droppa hesa skipan, men Marianne Vind, danskur limur í ES-tinginum heldur ikki, at hendan ætlanin gerst veruleiki í nærmastu framtíð, nú dagsskráin hjá ES er nógv merkt av koronakreppuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald