Flestu føroyingar taka undir við, at ólavsøkan í ár ikki bjóðar vanliga tivoli-undirhaldið á Skálatrøð, sum annars hevur verið vanligt hesi seinastu árini.
Tá Spyr.fo gjørdi veljarakanning fyri Portalin fríggjakvøldið varð eisini spurt um hugburðin hjá veljarunum til hetta mál.
Tey spurdu skuldu taka støðu til útsøgnina: ”Einki tivoli á ólavsøku”.
61,2 prosent av teimum spurdu eru samd og 24,6 prosent eru ósamd.
Eins og í spurninginum um hvussu leingi dansi- og skeinkistøð skulu hava opið, eru tað tey yngstu, sum eru mest ósamd.
Og tó, í hesum andursbólki eru tað fleiri, ið eru samd, 42,4 móti 40,4 prosentum, sí myndina herundir.
Foreldrini halda, at tað er fínt at børnini ikki sleppa at roynd karusellir, hoppiborgir og annað aktivt skemt á ólavsøku.
Tí í aldursbólkinum 30 til 44 ár er størst semja um ikki at hava tivoli á ólavsøku, tí 68,25 prosent siga seg vera samd.
Tølini býtt á aldursbólkar síggjast á talvuni herundir. Trýst á myndina fyri at fáa hana størri.
Veljarakanningin hjá Spyr.fo varð gjørd fríggjakvøldið 29. mai. Hon byggir á 500 svar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald