Í dag er júst einum mánaður síðani, at fýra ferðafólk fingu eitt satt upplivilsi, tá tey fóru ein stuttan túr í rúmdina við rúmdarfarinum "New Shepard".
Ein teirra var 49 ára gamli amerikanski íverksetarin Glen de Vries, sum var leiðari og stovnari av fyritøkuni Medidata Solutions. Men fyrradagin doyði hann í einari flogvanlukku í amerikanska statinum New Jersey.
Hann var ein av tveimum fólkum í einum lítlum flogfari av slagnum Cessna 172, sum datt niður í einum skógarøki nærindis Lake Kemah í Sussex County í amerikanska statinum. Hin persónurin doyði eisini, skrivar Ritzau.
Tað var 13. oktober, at Glen de Vries saman við trimum øðrum varð tikin uml. 106 kilometrar frá jarðarskorpuni út í rúmdina. Tað var ein stutt ferð, ið bert tók 11 minuttir.
Í rúmdarfarinum "New Shepard", sum fyritøkan hjá Jeff Bezos, Blue Origin, átti, vóru millum annað eisini kanadiski sjónleikarin William Shatner, sum er kendur fyri leiklutin sum Kirk kapteinur í Star Trek-røðini. Hann er 90 ára gamal, og gjørdist hann sostatt elsti maður í rúmdini.
Les eisini: Star Trek-kapteinur vorðin elsti maður í rúmdini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald