2021-01-21 17:02

Løgtingið samtykti seinnapartin einmælt við aðru viðgerð at hækka kostnaðin í verklagslógini til nýggju tunlarnar norður um Fjall upp í 522 milliónir krónur.
Tunlarnor norður um Fjall verða eftir ætlan lidnir í 2024, og verða 4,1 kilometrar til longdar.
Í 2009 var mett at teir fóru at kosta 252 milliónir krónur, men kostnaðurin er hækkaður nakað síðani tá. Kostnaðurin nú er 522 milliónir krónur.
Øll 27 tingfólkini sum vóru í tingsalinum, tá atkvødd var, atkvøddu fyri uppskotinum frá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni.
Triðja og seinasta viðgerðin verður týsdagin 26. januar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald