Karim Khan, høvuðsákærin hjá Altjóða Revsidómstólinum, ICC vil hava boð um, at m.a. ísraelska forsætisráðharran, Benjamin Netanyahu skal handtakast fyri møgulig krígsbrotsverk.
Eisini skulu boð gevast um at handtaka ísraelska verjumálaráðharran, Yoav Gallant, og tríggjar Hamas-leiðarar, Yahya Sinwar, Mohammed Deif og Ismail Haniya.
Slík handtøkuboð hava við sær, at ICC-limir hava skyldu at handtaka áðurnevndar menn, um teir traðka á teirra øki. ICC gav í fjør boð um at handtaka russiska forsetan, Vladimir Putin.
Um Benjamin Natanyahu og Yahya Sinwar sigur Khan, at har er orsøk til at halda, at báðir menn hava ábyrgdina av krígsbrotsverkum og brotsverkum móti mannaættini í sambandi við álopið á Ísrael 7. oktober og eftirfylgjandi álopini á Gaza.
ICC hevur kannað atgerðir hjá Ísrael í hersettu økjunum seinastu trý árini og seinni eisini atgerðir hjá Hamas.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald