Nýggja Airbus-flogfarið sum skuldi latast Atlantsflogi í apríl kemur ikki í fyrsta umfari. Tað er útsett í tveir mánaðir fyribils, upplýsti Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantic Airways fyri útvarpinum í kvøld.
- Vit hava mist nógv av flúgvingini hjá okkum, so vit hava ikki brúk fyr flogfarinum nú, og vit hava fingið loyvi at útseta tað í nakrar mánaðir, segði Niels Mortensen.
Eitt slíkt flogfar kostar nógvar pengar, men hvussu nógv kann Niels Mortensen ikki upplýsa.
Talan er um eitt Airbus A320neo, og er væl framkomnari enn tvey av teimum trimum, sum í løtuni eru í flotanum hjá Atlantsflogi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald