Danska heilsustýrið nágreinar nú hvørji fólk eru í øktum vanda fyri at gerast álvarsliga sjúk av koronavirus.
Higartil hevur Sundhedsstyrelsen sagt, at øll yvir 65 ár eru í serligum vandabólki. Tað hevur fingið nógv eldri til at avbyrgja seg í egnum heimi í sambandi við at samfelagið varð stongt.
Men nú boðar heilsustýrið frá, at aldurin einsamallur er ikki avgerandi. Stýrið mælir til, at um ein er frískur og birgur, so er ikki gott at steingja seg inni.
- Avbyrging var tilmælið, tá vit væntaðu at sóttin fór at vera av lutfalsliga skjótt. Men tað er onki gagnligt í at avbyrgja seg í langa tíð, og tí koma vit nú við nýggjum tilráðingum um, hvussu ein framvegis kann liva lív sítt, hóast ein hevur eina sjúku ella er í vandabólkinum, sigur Camilla Noelle Rathcke, deildarleiðari í Syndhedsstyrelsen í einum tíðindaskrivi.
Hon vísir á, at teirra vitan nú er munandi størri, enn hon var, tá smittan byrjaði, so at stýrið nú er betri ført fyri at nágreina vandabólkarnar.
- Vit síggja, at fólk í høgum aldri eru í øktum vanda, men tað er av týdningi, at aldurin eisini verður sæddur í mun til, um ein hevur kronisku sjúkur og hvussu birgur ein annars er, og um ein er førur fyri at klára seg í egnum heimi, sigur Camilla Noelle Rathcke.
Vandabólkarnir verða nú settir soleiðis upp:
- Fólk í høgum aldri
- Búfólk á røktarheimum
- Fólk, ið eru ov tjúkk
- Fólk við ávísum sjúkum
- Ávís børn við kroniskum sjúkum
- Fólk uttan fast heim
- Barnakonur
Kanningar vísa, at høgur aldur kann gera sjúkuna álvarsliga. Men ikki bara sjálvt talið av árum, tí ein frískur 75 ára gamal uttan kroniska sjúku er í minni vanda enn ein 62 ára gamal við hjartasjúku og diabetes.
Hjá teimum flestu fólkunum er lítil vandi fyri álvarsligari sjúku við covid-19, og serliga børn og ung ávirkast minni og uppliva sjúkuna nógv mildari. Hinvegin hendir tað eisini, at fólk, ið annars eru frísk, verða álvarsliga rakt av sjúkuni.
Umleið 80 prosent uppliva sjúkuna milda, umleið 15 prosent verða hart rakt og mugu innleggjast og umleið 5 prosent mugu leggjast inn á intensivdeild, vísir Sundhedsstyrelsen á.
Heimsheilsustovnurin, WHO, roknar við, at millum 0,3 og 1 prosent av teimum smittaðu doyggja, svarandi til ein fyri hvørjar 100 til 300 persónar, ið verða smittaðir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald