Tað er ikki grundarlag fyri, at Føroyar kunnu biðja um at fáa Paul Watson, stovnara av umhvørvisfelagsskapinum Captain Paul Watson Foundation, útflýggjaðan til Føroya.
Tað sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum við DR.
Watson varð handtikin í Nuuk 21. juli, og fyribils er hann varðhaldsfongslaður til 15. august. Danska løgmálaráðið skal nú taka støðu til, um hann skal útflýggjast til Japan.
Bjarni Kárason Petersen sigur, at mann í sambandi við handtøkuna av Watson eisini hevur kannað, um grundlarlag er fyri at fáa hann útflýggjaðan til Føroya, men tað er tað ikki.
Hann vísir í samrøðu við danska kringvarpið á, at Watson hevur eggjað til harðskap, framt herverk og gjørt greitt, at hann er sinnaður at bróta lógina, um tað er tað, sum skal til fyri at styrkja hansara sak.
– Vit halda, at hann skal standa til svars fyri sínar gerðir. Ikki bert tær, sum hann hevur framt í Føroyum men eisini tær, sum hann hevur framt kring heimin, sigur landsstýrismaðurin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald