
Í høvuðsstaðnum eru valevnini í sving um allan býin at finna bestu plássini at hongja valplakatir upp. Hetta gongur eitt nú serliga útyvir bussskýlini. Men munur er á, hvussu plakatirnar verða festar, og Tórshavnar kommuna heitir nú á valevni um ikki at brúka langar skrúvur.
– Í morgun hekk eitt barn fast í eini skrúvu í Havn og seinnapartin hekk ein kona føst í einum busskýli úti á Argjum. Í báðum førum vóru valplakatirnar gjørdar fastar við longum gjøgnumgangandi skrúvum.
– Heitt verður tí á valevni um at taka hesar plakatirnar niðuraftur og at brúka annað at seta tær fastar við, sum ikki er til ampa fyri børn og vaksin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald