Bilaferðsla millum bygdirnar Hvalvík og Streymnes kann komandi tíðina ikki gerast uttan at fara út á tann meira trafikeraða landsvegin yvir um Flagaroyruna og Ósan í Hvalvík.
Sunda kommuna er nú farin undir arbeiði at gera nýggja brúgv um Stórá, og meðan arbeiðið er í gongd er ikki koyrandi beinleiðis millum bygdirnar eftir Nýggjavegsbrekkuni.
Nýggj fyribils brúgv er gjørd um Stórá sum fólk til gongu kunnu brúka meðan arbeiðið fer fram.
Gangast kann ímillum parkeringsplássið við barnagarðin við Kráir og Streymnesvegin við Margáir. Gjørt verður vart við, at bøurin er vátur í støðum og óslættur, so fólk vera biðin um at vera væl skødd og at ansa sær, meðan tey ganga her. Tað ber ikki til at fara við barnavogni, súkklu o.l. hesa gonguleiðina, skrivar Sunda kommuna á heimasíðuni.
Farleiðin um Stórá er aldargomul. Fyrsta brúgvin varð bygd um ánna í 1920’unum. Nýggjari brúgv varð síðan bygd miðskeiðis í 1950’unum, og tað er hendan brúgvin sum nú verður skift út við eina nýggja.
Arbeiðið við at gera nýggju brúnna millum Hvalvík og Streymnes verður væntandi liðugt í oktober ella november. Fyritøkan Malltek ger arbeiðið fyri Sunda kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald