2022-12-25 09:32

Landsverk ávarar í morgun um, at hált og krapi er í støðum um alt landið, og at koyrandi ikki er til fleiri bygdir.
Í løtuni er ikki koyrandi til Gjáar, eftir Oyggjarvegnum, Eiðis og Syðradals á Streymoynni.
Landsverk boðar frá, at roknast kann við hálku á Kambsdali, Høgareyni, Kaldbaksbotni, Gjárskarði, eystanfyri Norðskálatunnilin, í Vatnsoyrum, á Oyggjarvegnum við Noðradalsskarð, og við Velbastaðháls.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald