Innanlands

Ikki koyrandi til fleiri bygdir í kvøld

Koyrilíkindini eru serliga vánalig, og nógv jarðrok eru í ælunum. Landsverk boðar frá, at tað ikki er koyrandi til Gjáar, Elduvíkar, Oyndarfjarðar, Dals, Skarvanes, eftir Oyggjarvegnum og um Velbastaðháls

Vevmynd / Landsverk: Velbastaðhálsur kl. 21

Vevmynd / Landsverk: Velbastaðhálsur kl. 21

2022-12-24 21:08 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Koyrilíkindini eru sera vánalig í kvøld, jólaaftan. Tað er nógv jarðrok í ælunum.

Landsverk sigur, at tað ikki er koyrandi til Gjáar, Elduvíkar, Oyndarfjarðar, Dals, Skarvanes, eftir Oyggjarvegnum og um Velbastaðháls.

Eisini verður boðað frá nógvum vindi um stóran part av landinum.

Landsverk gavst at grava klokkan 18.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder