Nú skal tað ikki longur vera tilvild, um ein hjartastartari kemur á staðið ella ikki. Vónandi verða allir hjartastartarar í Føroyum skrásettir í skipanini, vóna samskipararnir.
"Renn Fyri Lívið", sum verður nýggja navnið á app fyri øll í Føroyum, arbeiðir í løtuni við at stovnseta eina app til snildtelefonir í Føroyum, sum kann gera lívbjargandi arbeiði lættari.
Hetta arbeiðið er nú komi so mikið langt at tað í næstum verður kunngjørt, sigur Ragnar Jacobsen, ambulansu viðgeri, og sum er ein av teimum, sum er við til at seta appina av stovn.
Skipanin verður royndarkoyrd í Vágum fyrst, fyri síðani at gerast landsdekkandi.
Ragnar Jacobsen og Jákup Haraldsen eru við í fyrireikingunum (Mynd: KVF)
Hendan skipan ger, at um boð vera givin, um at ein persónur er lívleysur, so vera tríggir persónar í nærumhvørvinum sendir at hjálpa, til sjúkrabilur kemur á staðið.
Skipanin er byggir á gps-skipan, sum ger, at skrásettir persónar koma á listan umvegis sína gps-støðu. Boðgeving og at finna persónar tekur bert 20-25 sek, til fyrsti persónur er á veg til neyðstadda. Boðini fara til níggju persónar, sum síðani verður soldað niður til tríggjar persónar, sum eru nærmast skaðastaðnum.
Skipanin finnur sjálv útav hvør persónur og hjartastartari er nærmast og á appini, vera hesir persónar koplaðir saman og skipanin gevur hvørjum persóni eina uppgávu, sum til dømis at fara fyrst á staði og byrja lívbjargandi arbeiði, næsti persónur tekur síðani hjartastartara við og 3. fer síðani at hjálpa til og vera um avarandi. Skipanin gevur eisini møðuleika til at hýruvognarnir, sum hava hjartastartara, kunnu vera við í skipanini. Løgreglan og sjúkraflutningstænastan eru eisini við.
Boðgevingin verður frá vaktsentralinum á Landsjúkrahúsinum. Skipanin er eisini uppbygd soleiðis, at sjálvt um telefonin er ljóðleys, so brýtur skipanin ígjøgnum og gevur alarm. Skipanin loyvur eisini at man sjálvur sigur frá í sjálvari appini nær man er tøkur ella ikki er tøkur.
Í skipanini skal man sum minsta krav hava fyrstuhjálparskeið og man skal skriva undir tagnarskyldu. Skipað verður eisini fyri skeiði í fyrstuhjálp til tilmeldaðar persónar og skeið í hjartastartara.
Niðanfyri sæst filmur sum vísur hvussu skipanin riggar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald