Innanlands

Ikki neyðugt at keypa inn undir seg

Tað er ríkiligt av mati í Føroyum, sigur løgmaður

Mynd úr Bónus í gjárkvøldið

Mynd úr Bónus í gjárkvøldið

2020-03-12 09:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Tað er ríkiligt av mati í Føroyum, um nakar ivast. Vit hava verið í sambandi við veitararnar, og tað er eingin vandi á fer, segði løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, á tíðindafundi í Tinganesi í morgun.

- Lagrini eru full, so farið ikki út og leggi vørur inn undir tykkum.

Tað var í gjárkvøldið, eftir at danski forsætisráðharrin, boðaði frá herdum átøkum, at føroyingar fóru út at keypa inn undir seg. Eitt vanligt mikukvøld í mars var ein rúgva av fólki brádliga í matvøruhandlunum. Hetta eiga fólk ikki at gera, siga myndugleikarnir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder