Innanlands

Ikki neyðugt hjá matstovum at boða frá

Fyri at gera tað lættari hjá matstovum at leggja virksemið um til út-við-veitingar, nú flest fólk halda seg heima, er í løtuni ikki neyðugt at boða Heilsufrøðiligu Starvsstovuni frá

2020-03-22 11:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Orsakað av koronasmittuni skulu matstovur og kaffistovur, í mestan mun, broyta til út-við-veitingar – taka-away, heldur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Vanliga mannagongdin er, at ein matstova, sum broytir sítt virksemi munandi, skal boða Heilsufrøðiligu Starvsstovuni frá, men fyri at gera tað lættari hjá matstovum at leggja virksemið um til út-við-veitingar, er hetta kravið ikki galdandi í løtuni.

– Henda mannagongd er gjørd fyri at lætta um hjá matstovunum, nú øll gera sítt ítasta fyri at tálma koronasmittuni. Væntað verður at veitan av matinum fer fram á ein matvørutryggan hátt og at matstovurnar meta um øll heilsufrøðilig vandamál, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Tó skal ein matstova, sum ynskir at halda fram við út-við-veiting eftir koronakreppuna, boða Heilsufrøðligu Starvsstovuni frá.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder