Uttanlands

Ikki ringt at keypa skotvápn í Texas

Tveir skottilburðir hava verið í USA seinasta samdøgrið, og hetta hevur aftur sett gongd í kjakið um amerikonsku vápnalógina

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-08-04 16:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

- Ein vanligur leygardagur, har fólk slappaðu av við at fara til handils gjørdist til ein av teimum mest blóðugu døgunum í søguni hjá Texas.

Soleiðis segði Guvernørurin, Greg Abbott, á tíðindafundi í nátt føroyska tíð, eftir at 20 fólk vórðu skotin til deyðis og 26 fólk vórðu særd í einari handilsmiðstøð í býnum El Paso.

Les eisini: Skjóting í El Paso kravt 20 mannalív

Eftir skottilburðin í Ohio í morgun, hava verið 292 hópskotdráp í USA í ár. Tað er fleiri enn eitt um dagin.

Og skottilburðirnir í Texas og Ohio hava enn einaferð elvt til stórt kjak um amerikonsku vápnalógina.

Vápnalógin í Texas er eisini millum tær mest lagaligu í USA.

Sambært miðlinum USA Today, kann ein hvør borgari, ið er fyltur 18 ár fáa sær eitt vápn, og við loyvi, kann viðkomandi eisini bera vápnið við sær í skúlar og matvøruhandlar, ið loyva hesum.

Í Texas er tað nóg mikið at taka eitt trygdarskeið gjøgnum alnótuna og eina skotroynd fyri at fáa loyvi at bera vápn í gernadisdegnum.

Niels Bjerre Poulsen, lektari í Amerikanske Studier á Syddansk Universitet sigur við TV2, at Texas er ein "open carry state". Tað vil siga, at tað er loyvt at ganga við vápni - eisini tungum vápni - tá mann fer til handils, í kirkju ella gongur á einum parkeringsøki. Faktiskt er tað ólógligt at forða fólki í at bera vápn.

Um ein keypir síni vápn í einum handli, skal mann standa eina sonevnda bakgrundskanning, men hetta sleppur ein undan, um ein keypir eitt brúkt vápn frá einum privatpersóni.

Nógv halda, at núverandi vápnalógirnar í USA eru alt ov lagaligar, og at mann eigur at herða lógina fyri at forða fyri, at fleiri fólk verða skotin.

Eftir skottilburðin í El Paso í gjár, eru fleiri demokratar komnir við atfinningum móti republikanum og amerikonsku vápnalobbyini, National Rifle Association (NRA).

Meira kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder