Støða verður tikin eftir umstøðunum í hvørjum einstøkum føri.
Tað sigur Jacob Vestergaard, sýslumaður, við Morgunsendingina í útvarpinum í morgun, um umhvørvisfelagsskapir sum til seinastu grindirnar hava verið til staðar við einum sonevndum "Blubber Butcher", spikslaktara.
- Tey kunnu spæla sjónleik allastaðni, og tey hava valt at spæla sjónleik millum hvalirnar. Men fyri so vítt hevur tað ikki órógvað drápið ella arbeiðið í sambandi við grindina, sigur Jacob Vestergaard.
Tá grindaboð eru, verður grindaøki lýst, har grindin verður hildin til. Hetta gevur sýslumanninum víðar heimildir til eitt nú at burturvísa fólki av økinum, skikka tey sær ikki pent ella órógva arbeiðið sum fer fram.
Tað hevur ikki verið gjørt enn, tí higartil hava tey ikki órógvað meira enn at tey taka myndir og so ganga runt við hesum spikslaktaranum.
- Higartil er mett at tað ikki hevur gjørt so stórar ónáðir. Vit skulu ikki vera bangin fyri at vísa tað, vit gera. Vit hava einki at skammast við, tá vit drepa grind. Tað gongur fyri seg uppá ein máta, sum vit halda vera góður, sigur Jacob Vestergaard við Morgunsendingina.
Hann sigur tó, at umstøðurnar kunnu vera ymiskar kring landið, og tí er tað ikki vist, at tey sleppa at halda fram við hesum spikslaktarnum og øðrum næstu ferð tað verður ein grind.
Seinastu hálva aðru vikuna hava tríggjar grindir verið hildnar til, og tilsamans 413 hvalir hava lagt beinini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald