![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Hátturin hjá føroyingum at handfara korona hevur verið á breddanum í Norðurlondum í gjár og í dag. Berlingske hevur tosað við Debes Hammershaimb Christiansen frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.
Hann greiðir frá, at ILA-sjúkan, sum rakti alivinnuna í 2000 millum annað er orsøkin til, at Føroyar gera flest kanningar í heiminum samanborið við fólkatal.
ILA-sjúkan mundi gjørt av við føroysku alivinnuna, og Heilsufrøðiliga Starvsstovan keypti tá kanningarútgerð og bygdi royndarstovu fyri at gera kanningar um fiskurin var raktur av ILA.
Trupulleikar eru sum kunnugt ikki av ILA-sjúkuni í Føroyum í dag, men tá koronavirusið byrjaði at spjaða seg í Kina, fór Debes Hammershaimb Christiasen í holt at kanna um somu mannagongdir frá ILA-sjúkuni kundu brúkast at kanna nýggja koronavirusið. Hann visti, at tað fór at gerast dýrt um royndirnar skuldu sendast til Danmarkar.
(Mynd: KVF)
- Eg var sannførdur um, at vit skjótt kundu seta maskinurnar og kanningarútgerðina sum vit høvdu brúkt til laksin, til eisini at kunnu brúkast til royndir av menniskjum fyri covid-19, sigur Debes Hammershaimb Christiansen við Berlingske.
Hetta fekk hann váttað longu í januar, og síðst í januar fekk hann grønt ljós at fara í gongd at stilla kanningarútgerðina inn at leita eftir covid-19. Síðst í februar varð fyrsta royndin gjørd í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald