2020-06-07 12:10
Hósdagin 4. juni koyrdi ein bilur útav á Funningarfjarðavegnum, og bilvrakið liggur enn við síðuna av vegnum.
Talan var um eitt sonevnt soloóhapp, og bilførarin var einsamallur í bilinum. Hann fekk onkrar snuddir í høvdið og segði seg hava pínu í rygginum. Hann varð síðani fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar, og meira veit løgreglan ikki at siga.
Bilurin er, sum sæst á myndini, í ringum standi, og løgreglan hevur tikið pláturnar.
Bilurin skal flytast, men hann liggur ikki til ampa, har hann liggur, og var tað tí ikki alneyðugt at flyta hann beinanvegin, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald