Mentan

I’m Your Man – finst dreymamaðurin?

Enn ein týskur arthouse filmur er á skránni hjá Filmsfelagnum komandi mikukvøld

2022-02-10 08:59 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í røðini av nýggjum evropeiskum arthouse filmum vísir Filmsfelagið tveir nýggjar týskar. Fyrri var ”Fabian”, ið bygdi á moralfábulin hjá Erich Kästner frá 1931.

Henda seinna týska filmin, sum verður vístur 16. februar, hevur leikstjórin Maria Schrader (fødd 1965) gjørt. Hon gjørdi eisini Netflix-røðina ”Unorthodox”, og hevur vunnið fleiri virðislønir fyri nýggja filmin um dreymamannin, ”Ich bin dein Mensch”, ið er ein komedia, sum setur sær fyri at kanna, um til ber at skapa perfekta mannin.

Alma, sum býr í Berlin, arbeiðir á Pergamon savninum. Hon er einlig, og stríðist við kensluna av einsemi.

Tí játtar hon varisliga, tá ein starvsfelagi spyr, um hon vil verða við í eini granskingarætlan, sum er at vera saman við einum nýggjum kærleiks-humanoid robotti – einum eftirgjørdum menniskja – at kanna, um robotturin er etiskt í lagi.

Robotturin, ið eitir Tom, flytir inn hjá Almu. Hann er bygdur akkurát sum Alma ynskir, og algoritmurnar eru lagaðar soleiðis, at sum frá líður skal hon fá tokka til hansara og verða beint fram forelskað. Alma er illgrunasom og fer við Tom, sum var hann einki annað enn eitt køksamboð.

Men ber til hjá Almu at halda kensluleysu frástøðuna, meðan algoritmurnar hjá Tom taka dik á seg?

Filmsfelagið, sum fyllir 60 í ár, vísir eina røð av nýggjum evropeiskum arthouse filmum, sum høvið ikki er at síggja aðrastaðni í Føroyum. Næsti evropeiski filmur er hin nýggjasti hjá spanska meistaranum Pedro Almodóvar. Sýningarnar í Filmsfelagnum eru almennar. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder