Í 16 tímar sótu fíggjarmálaráðharrarnir í ES og tingaðust um eina korona-avtalu. Tað eydnaðst tó ikki at koma á mál. Avtalan skuldi snúgva seg um at hjálpa búskapunum, ið eru hart raktir av koronakreppuni.
Fyri ES og fyri nakrar av størri felagskapunum og fyritøkunum kring heimin, er tað greitt at hóttafalli er stórt.
IMF hevur staðfest, at alheimsfarsóttin fer at geva eina stóra og týðiliga afturgongd í alheimsbúskapinum. Altjóða peningagrunnurin boðar í dag frá, at talan kann verða um størsta fallið - størstu fíggjarligu afturgongdina - síðani í 1930-árunum.
"The Great Depression" varð tað nevnt í USA, og tað byrjaði í USA í 1929, við einum risastórum fallið á Wall Street. Hetta førdi við sær stóra fíggjarliga afturgongd og stórt arbeiðsloysi kring heimin.
Flestu limalondini fáa ongan innkomuvøkstur
Sambært Kristalina Georgieva, ið er stjóri í IMF, fer koronakreppan serliga at raka teir nýggju marknaðirnir - lond ið koma undir menningarlond á tí økinum - kunnu missa fleiri hundrað milliardir í menningarhjálp, tí londini, ið lata tað hava so stóra fíggjarliga afturgongd.
Koronavirusið hevur havt eina sera stóra ávirkan á fíggjarstøðuna og vánirnar fyri koamandi tíðina.
- Fyri bara trimum mánaðum síðani væntaðu vit ein positivan innkomuvøkstur pr. íbúgva í meira enn 160 av okkara limalondum fyri 2020. Nú vænta vit, at 170 av limalondunum fáa ein negativan innkomuvøkstur pr. íbúgva fyri árið.
IMF hevur 189 limalond.
Kristalina Georgieva sigur, at tað er ein stór óvissa, men ein forsøgn er á veg.
- Um farsóttin minkar í styrki og vavi í seinnu hálvu av 2020, fer heimsbúskapurin at batna nakað í 2021. Støðan kann tó framvegis gerast verri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald