Uttanlands

India hevur nú triðflest tilburðir

India setti sunnudagin nýtt met fyri tilburðir uppá ein dag, og fór í dag framvið Russlandi, sum landi við triðflestum tilburðum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-07-06 11:00 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

India setti við 25.000 nýggjum skrásettum tilburðum sunnudagin eitt nýtt met fyri flest tilburðir uppá ein dag í landinum. Mánadagin vóru 23.000 tilburðir skrásettir, og hetta fær samlaða talið uppá 697.000. Í India hava nærum 20.000 latið lív við smittuni, skrivar The Guardian.

Við 697.000 skrásettum tilburðum fer India framum Russland á triðja plássi á listanum yvir lond við flest skrásettum Covid-19 tilburðum.  

USA hevur við 2,88 milliónum tilburðum flest skrásettar tilburðir, meðan Brasilia á øðrum plássi hevur 1,6 milliónir skrásettar tilburðir.

---

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder