Listarmaðurin Ingálvur av Reyni hevði sera stóran alsk til tónleik, og var sjálvur dugnaligur og íðin sangari. Tey, sum eru nakað tilkomin, minnast helst, at hann sum áhoyrari á konsertum plagdi at sita aftarlaga í hølinum við penni og pappíri í hond og tekna ella skitsa tað, hann upplivdi.
9. til 14. mai mai sýnir Norðurlandahúsið fram nakrar av hesum tekningum og skitsum. Framsýningin letur upp 9. mai, kl 17.
Nordic String Quartet
Seinni hendan dagin, 9. mai, kl 19.30, verður konsert við Nordic String Quartet.
Eftir fáum árum hevur Nordic String Quartet sett sítt týðiliga fingramerki á tónleikapallin í Norðurlondum og aðrastaðni við. Norðurlendskur tónleikur hevur serligt pláss í hjørtum teirra. Á konsertini í Norðurlandahúsinum spæla tey tónleik eftir Pelle Gudmundsen-Holmgreen, Jean Sibelius og Edvard Grieg.
Tey, ið spæla við, eru Heiðrun Petersen úr Føroyum, Mads Haugsted Hansen og Lea Emilie Brøndal úr Danmark og Daniel Eklund úr Svøríki.
Bæði framsýningin og konsertin eru partur av Endurljóð festivalinum.
Nordic String Quartet
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald