2021-04-22 16:48

Flaggdagshald verður uttan fyri Miðhøllina í Vestmanna flaggdagin 25. apríl klokkan 15.00.
Tað verður Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna, ið fer at halda flaggdagsrøðuna.
Aftaná hevur Vestmanna Kvøldskúli framsýning av handaligum arbeiði í Auluni.
Eisini er søluframsýning av glaslist.
Øll eru vælkomin til drekkamunn í Miðhøllini.
Vestmanna kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald