Innanlands

Ingolf S. Olsen aftur á ting

Formaðurin í Tjóðveldi hevur biðið um farloyvi í óásetta tíð, og næsti maðurin á listanum er Ingolf S. Olsen, sum áður hevur sitið á tingi

Ingolf S. Olsen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Ingolf S. Olsen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-03-11 13:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ingolf S. Olsen, sum er nummar átta á tjóðveldislistanum við 248 atkvøðum, fær nú høvi at taka sæti á tingi fyri Høgna Hoydal.

Formaðurin í Tjóðveldi, Høgni Hoydal, hevur biðið um farloyvi í óásetta tíð, og næsti maður á listanum kemur inn fyri hann.

Páll á Reynatúgvu er fyrsti varalimur hjá Tjóðveldi, og situr á tingi fyri Kristinu Háfoss, sum fyri stuttum bleiv stjóri í Norðurlandaráðnum.

Farloyvið hjá Høgna Hoydal er frá mánadegnum 15. mars at rokna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder