Fjølmiðlanevndin hevur umskipað seg við Ingrid Bjarnastein sum nýggjari forkvinnu. Jan Sjóstein, formaður seinastu seks árini er farin frá sum formaður, og er nú vanligur limmur í nevndini.
Forkvinna í nevndini er nú Ingrid Bjarnastein, journalistur. Ingrid hevur sitið í Fjølmiðlanevndini síðani 2017. Hon hevur drúgvar royndir í føroyska miðlaheiminum og starvast í løtuni hjá Atlantic Airways, har hon eitt nú er redaktørur á blaðnum Atlantic Review. Hetta er fyrsta ferðin, síðani nevndin varð sett á stovn, at ein journalistur er forfólk í Fjølmiðlanevndini.
Fjølmiðlanevndin varð sett á stovn í 2006, og hevur verið undir virkisøkinum hjá Føroya Kærustovni. Men síðani 1. januar í ár hevur nevndin virkað leys av Føroya Kærustovni, og umsitur nevndin nú sostatt sítt egna skrivstovuhald, kærur við meira.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald