2021-09-13 11:00

Ein maður, sum var ákærdur fyri samlegu við sína egnu dóttur, er fríkendur fyri ta ákæruna. Tó hevur Føroya rættur dømt mannin 21 manaðar treytaleyst fongsul fyri onnur lógarbrot, sum hann var ákærdur fyri, skrivar Kringvarpið.
Maðurin varð tikin fyri at smugla hash í fjør, tá hann kom til Havnar við Norrønu.
Ákæruvaldið kravdi forvaring, trygdarvarðhald, ella í minsta lagi fimm og eitt hálvt ára fongsul.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald