Innanlands

Innflutningurin tvífaldaður síðan 2009

2019 var fyrstu ferð, at árligi innflutningurin var oman fyri 8 mia. krónur, sigur Hagstovan

Mynd: Hagstovan

Mynd: Hagstovan

2020-02-17 12:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í 2009 influttu vit vørur fyri 4,2 mia. krónur, og seinastu 10 árini er innflutningurin næstan tvífaldaður.

Í fjør var innflutt fyri 8,1 mia. krónur. Sambært Hagstovuni er hetta tað mesta, sum er innflutt eitt ár, og er hetta fyrstu ferð, at árligi influtningurin er oman fyri 8 mia. krónur.

Samanborið við 2018 er talan um ein vøkstur á 400 mió. krónur – 5 prosent.

Í fjør varð minni innflutt av maskinum og brennivíni, men í hinum vørubólkunum er vøkstur í innflutninginum.

Les meira her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder