Innanlands

Innilig áheitan frá løgmanni um at ansa okkum

Lovaði at myndugleikarnir fara at gera sítt til, at føroyingar uttanlands fáa møguleika at koma heim

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-03-14 18:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er freistandi at fara í ein føðingardag ella fara ein túr í býin. Men tað er neyðugt, at vit standa saman og uppføra okkum skilagott til tess at forða fyri at serliga okkara eldru og veiku borgarar ikki verða smittaðir við Covid-19.

Tað var høvuðsboðskapurin hjá Bárði á Steig Nielsen, løgmanni, á tíðindafundinum í kvøld. Hann legði dent á, at støðan er sera álvarslig í løtuni, og at tað tí eisini er av sera stórum týdningi at hvør einstakur borgari fylgir teimum ráðum og boðum, sum koma frá myndugleikunum.

Áðrenn greitt var frá aktuellu avbjóðingini við tað at eitt starvsfólk á sjúkrahúsinum nú er smittað, nýtti hannhøvi á at heita inniliga á borgarnar um at vísa vit og skil, varsemi og samfelagsskini fyri at forða fyri spaðingini.

Hann frøddist eisini um, at Atlantsflog nú fer at avmarka flúgvingina til Føroyar, og segði samstundis, at myndugleikarnir fara at gera alt, ið er møguligt – í samstarvi við Atlantsflog – so at føroyingar, sum eru uttanlands, kunnu koma heim.

Til føroyingar annars, sum hava bústað uttanlands og liva undir tryggum viðurskiftum, ljóðaði áheitanin frá løgmanni um at tey vera verandi har tey eru.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder