Innanlands

Innleggingartalið heldur sær á null

Eingin hevur verið innlagdur av koronu í tríggjar dagar. 518 nýggir tilburðir vórðu staðfestir í gjár, og 408 fólk vórðu staðfest frísk aftur

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2022-01-23 17:23 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Síðani dagføringina fyri hósdagin, hevur talið á innleggingum av koronu verið null, og dagføringin í dag sigur eisini, at eingin er innlagdur av koronu í Føroyum. Hinvegin eru tvey fólk innløgd í Sjúkrahúsverkinum av aðrari orsøk, men eru testaði positiv við koronu.

Talið á nýggjum tilburðum er lækkað eitt vet síðani øgiliga høgu tølini fyrr í vikuni. Í gjár vóru 518 tilburðir staðfestir í 2619 kanningum. 408 fólk eru staðfesti frísk aftur, eftir at hava verið positiv við koronu.

4172 eru positiv við koronu í løtuni, og tað er næstan átta prosent av fólkatalinum. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder