2020-03-25 21:40
Eingin er í løtuni innlagdur við koronasmittu í Føroyum. Tað vísa nýggjastu tølini frá Heilsumálaráðnum og heimasíðuni corona.fo.
Tvey fólk við koronsmittuni hava seinastu dagarnar ligið á seingjardeildini á Landssjúkrahúsinum, sum er sett av til koronasmittuna, men hesi eru nú útskrivaði.
Aldurin á teimum báðum, sum vóru innløgd er frá síðst í 30’inum og upp í 80 ár, varð upplýst.
132 smittutilburðir av korona eru staðfestir í Føroyum, og 38 av teimum eru blivin frísk aftur. 2667 kanningar eru gjørdar, og 665 fólk eru í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald