Á býráðsfundinum mánakvøldið 15. juni 2020 varð roknskapurin hjá Vágs kommunu fyri árið 2019 viðgjørdur og samtyktur.
Inntøkurnar hjá Vágs kommunu í 2019 vóru 70,4 mió. kr. Tá fíggjarætlanin fyri 2019 var samtykt, varð mett, at Vágs kommunu fóru at hava inntøkur á umleið 62,9 mió. kr. Sostatt vóru inntøkurnar umleið 7,5 mió. kr. hægri enn mett varð í fíggjarætlanini. Vágs kommuna gjørdi í 2019 íløgur fyri tilsamans umleið 7,4 mió. kr.
Ein munandi partur av íløguni fóru til tekniska økið, serliga til asfaltering av vegum í kommununi. Íløgur vóru eisini gjørdar í vatnveiting og spillvatnsøkið, umframt at hildið varð áfram við at skifta gomlu trælyktaperlarnir út við nýggjar stálpelar við LED-ljósum. Í samband við at renovatiónsøkið verður dagført varð í 2019 eisini farið undir at gera klárt til nýggja bingjuplássið í Vágs kommunu.
Í 2019 vóru eisini gjørdar íløgur innan barna- og ungdómsøkið. Í Vágs Skúla vóru vindeyguni skift, floksstovur vórðu dagførdar, og farið varð undir at gera hølir til nýstovnaða FabLab í Vágs skúla. Í 2019 vórðu eisini keyptar teldur til allar næmingar frá 4. til 9. flokk, umframt at nýggj telduútgerð varð keypt til næmingar við orðblindni. Vágs kommuna keypti eisini í 2019 húsini, har Ungdómshúsið hevur hildið til.
Í miðbýnum varð hildið áfram við at fríðka og varð Minnisvarðaøkið nýgjørt í fjør og er í dag vorðið eitt sat prýði fyri kommununa.
Raksturin av Vágs kommunu kostaði í 2019 umleið 56,3 mió. kr., ein vøkstur á umleið 1,8% í mun til raksturin í 2018. Umframt kommunala raksturin, so er Vágs kommuna eisini partur av fleiri kommunalum samstørvum, m.a. innan eldraøkið í Bú- og Heimatænastuni í Suðuroy. Í 2019 kostaði eldraøkið Vágs kommunu umleið 18,3 mió. kr.
Úrslitið av rakstrinum hjá Vágs Kommunu, sokallaða RLÚ, í 2019 var eitt avlop á umleið 5,5 mió. kr.
Í 2019 rindaði Vágs kommuna 3,6 mió. kr. til afturgjald av lánum. Við árslok 2019 var nettoskuldin hjá Vágs kommunu umleið 55,2 mió. kr., sum svarar til umleið 1,09 álíkning. Gongst sum ætlað verður Vágs kommuna undir einari álíkning í 2020. Orsøkin til økingina í skuldini hjá Vágs kommunu er, at Vágs kommuna í 2018 / 2019 samtykt at yvirtak Páls Høll og Marghøllina. Páls Høll varð yvirtikin fyri 13,3 mió. kr., meðan Marghøllin varð yvirtikin fyri 18,7 mió. kr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald