Í 2021 keypti Kodio, tá Qodio, tann partin av Krea, sum tók sær av sniðgeving og heimasíðum. Parturin av Krea, sum tók sær av intraneti, fekk heitið Intra.
Og nú hevur Intra keypt Kodio. Intra boðar frá keypinum í tíðindaskrivi í dag.
Kodio er í dag ein av Føroya fremstu fyritøkum innan heimasíður og sniðgeving, og í tíðindaskrivi verður sagt, at keypið er ein týðandi partur av strategisku ætlanini hjá Intra.
- Við hesum uppkeypinum tvífaldar Intra starvsfólkahópin, eitt avgerandi stig á leiðini móti hesum máli. Eftir uppkeypið verða 18 starvsfólk á lønarlistanum hjá Intra.
Intra flytir sítt virksemi til hølini hjá Kodio á Strondum. Hetta leggur lunnar undir at sameina styrkirnar hjá báðum feløgunum og skapa eitt sterkt, samansjóðað felag, ið miðvíst kann arbeiða móti felags málum. Uppkeypið gevur møguleika fyri at leggja størri dent á at menna heimasíður og KT-loysnir til bæði føroyska og útlendska marknaðin, umframt at bjóða loysnir innan samleika og grafiska sniðgeving.
Jógvan Andersen, fyrrverandi stjóri og eigari av Kodio, hevur samstundis valt at seta pengar í Intra.
Jaspur Langgaard, stjóri á Intra, fegnast um, at Jógvan framvegis verður partur av Intra-toyminum – nú sum eigari.
- Jógvan er bæði nærlagdur og framskygdur – og vit eru sera fegin um, at hann framhaldandi fer at spæla ein virknan leiklut í framtíðarætlanunum hjá felagnum, sigur Jaspur Langgaard. Umframt Langgaard brøðurnar og Jógvan Andersen eiga m.a. Framtak og Scient Invest í Intra.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald