Innanlands

Iran: - Vit hava onga dronu mist

Trump kunngjørdi í gjárkvøldið, at eitt hernaðarskip hjá USA hevði oyðilagt eina iranska dronu í Persiska Golfinum

Aragachi til vinstru og Zarif til høgru - Mynd: EPA

Aragachi til vinstru og Zarif til høgru - Mynd: EPA

2019-07-19 12:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Iranski uttanríkisráðharrin, Mohammad Javad Zarif, er í løtuni staddur í New York til ST-fund. Hann hevði ikki nógvar viðmerkingar, eftir at tað í gjár frættist, at eitt amerikanskt hernaðarskip í gjár hevði oyðilagt eina dronu hjá Iran í Hormuzsundinum. Zarif segði bert, at har vóru ongar upplýsingar komnar um hetta. Hetta skrivar AP tíðindastovan.

Ímeðan Zarif er í USA, virkar Abbas Araghchi sum uttanríkisráðaharri, og hann skrivar á Twitter, at har er einki hald í útsøgnini hjá amerikanska forsetanum: 

- Vi hava ikke mist nakra dronu; hvørki í Hormuzsundinum ella nakra aðrastaðni. Eg stúri fyri, at USS Boxer av óvart hevur skotið sína egnu dronu niður

[object Object](Trump skýrir gerðir hjá Iran illviljaðar, eftir at amerikanskt hernaðarskip sambært honum og USA oyðiliga dronu hjá Iran í gjár - Mynd: EPA)  


Sambært AFP tíðindastovuni hevur iranski herurin eisini boða frá, at allar dronurnar hjá landinum eru komnar aftur í øllum góðum. Men sambært Donald Trump oyðilegði hernaðarskipið, USS Boxer, dronuna, tá tað kom nær skipinum og harvið hótti tað og manningina umborð. 

DR skrivar, at hernaðardronan, ið báðir partar nýta, var áleið 900 metrar frá skipinum. Í sama økinum hava verið spentar støður seinastu tíðina - Trump segði, at hetta er tann seinasta av fleiri provekerandi og illviljaðum atgerðum frá Iran í økinum  Fyri einum mánaði síðani skeyt Iran eina amerikanska dronu niður í Hormuzsundinum, ið Iran liggur á norðursíðuni á.

Støðan millum USA og Iran er eisini spent orsaka av stríðnum um kjarnorku. 

Les meira: 
Iran hevur upprikað sítt uran
- Vit eru opin fyri at tosa við USA

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder