Eftir at USA kom við revsitiltøkum ímóti Iran í fjør, og harvið foraði teirra handilsvirksemi, hevur landið í Miðeystri hótt við at upprusta sína kjarorkugolymslu. Í Iran er eisini ónøgd við, at hini londini í avtaluni, serliga tey evropeisku, ikki hava gjørt sín part. Síðani 2015 hevur Iran havt eina avtalu við USA, Stórabretland, Frakland, Týskland, Kina og Russland um at hava eitt avmarkað tal av kjarnorku og kjarnorkuvirksemi, samstundis sum kanningar kunnu gerast í Iran viðvíkjandi hesum. Afturfyri vóru revsitiltøk ímóti landinum slakaði.
Les eisini: Fleiri stórlond hava at uranætlanunum hjá Iran
Stórlondini og ES hava óttast, hvat fer at henda, um Iran fer at taka stigið, og hava eisini talað at. Men í dag hevur Berouz Kamalvandi, talsmaður hjá kjarnorkufelagskapinum hjá Iran, váttað fyri iransku tíðindastovuni Irib, at Iran er komið uppum avtalaða markið, hvat uran viðvíkur. Í avtaluni frá 2015 stendur, at Iran ikki sleppur at uppríka uran til meira enn 3,67 prosent.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald