Amerikanski forsetin Joe Biden heitir á Iran um at leyslata 51 ára gomlu Narges Mohammadi, sum í ár hevur fingið friðarheiðursløn Nobels.
– Hendan heiðurslønin er ein viðurkenning av, at hóast hon av órøttum er afturhildin í Evin fongslinum, hoyrir heimurin enn rødd hennara, sum biður um frælsi og javnrættindi.
– Eg heiti á stjórnina í Iran um at leyslata hana og onnur javnrættindastríðsfólk alt fyri eitt, stendur m.a. í skrivi, sum sæst á heimasíðuni hjá Hvítu Húsunum.
Les eisini: Fongslað mannarættindastríðskvinna fingið friðarheiðursløn Nobels
Avgerðin um at lata iransku stríðskvinnuni friðarheiðursløn Nobels fall tó ikki í góða jørð hjá iranska stýrinum.
Talan er um eina politiska avgerð, sigur talsfólk hjá iranska uttanríkismálaráðnum sambært DR.
– Nobelnevndin hevur latið heiðurslønina til ein persón, sum er dømd fyri fleiri lógarbrot, og vit fordøma hesa fordómsfullu politisku avgerðina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald